NÁM
Útgivið
4. maj 2026
Útgongur
24. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ráðgeva at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan lesing og skúlabókasøvn í føroyska skúlaverkinum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2029 við møguleika at leingja tvey ár afturat til 31. juli 2031.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um, í samstarvi skúlabókavørð, leiðslu og onnur, at:

  • ráðgeva skúlum og lærarum um lesiátøk og lesimenning
  • ráðgeva skúlum og lærarum um tilfar og skúlabókasavnsvirksemi
  • ráðgeva skúlum og lærarum í at brúka bókasavnið í Námi og MitCFU-skipanina
  • gera námsfrøðiligar og didaktiskar leiðbeiningar til tilfar í MitCFU-skipanini
  • røkja bókasavnið í Námi og MitCFU-skipanina.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir innan skúlabókasavnsarbeiði og lesimenning. Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
  • góðan málførleika í føroyskum, donskum og enskum
  • góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir innan bókasavnsøkið.

Útbúgving sum skúlabókavørður ella skeið innan bókavarðatænastu kann vera ein fyrimunur.

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2029 við møguleika at leingja tvey ár afturat til 31. juli 2029. Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 24. mai 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum. Í Námi eru 35 starvsfólk.

Líknandi størv

4. maj 2026
4. maj 2026
4. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið