Landsverk
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
14. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk sóknast eftir einum tænastuhugaðum fólki til reingerð í dagtímum, at arbeiða hálva tíð, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Talan er um tíðaravmarkað starv, frá uml. hálvum november til 31. mars 2024.

Landsverk hevur tørv á einum starvsfólki, sum í gerandisdegnum hevur ábyrgd av at halda matstovuna, vesini, skrivstovu- og fundarhølini rein og ruddilig, og á middegi at seta matin á borðið í matstovuni og rudda av aftur. Tú fert at arbeiða saman við einum øðrum reingerðarfólki, sum eisini arbeiðir hálva tíð.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum leggur dent á góða tænastu, hevur eyga og hegni fyri reingerð og at syrgja fyri einum hugnaligum og fjálgum umhvørvi á stovninum. Tú tekur ábyrgd, arbeiðir sjálvstøðugt og setur tín dám á gerandisdagin.

Reingerðarfólkið hevur ein týðandi leiklut fyri trivnaðin á stovninum, og tí leggja vit dent á góð samstarvsevni, eitt gott huglag og góðan hugburð. Tú samskiftir á føroyskum ella enskum, og tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá einum líknandi starvi áður.

Um okkum
Tú gerst ein týdningarmikil partur av einum arbeiðsplássi, har vit leggja dent á gott samstarv og taka tøkini í felag. Vit veita eina góða og gjølla upplæring, sum letur teg væl í uppgávur og væntanir. Vit leggja dent á trivnað og trygd, og fyri okkum hevur tað týdning, at arbeiðsdagurin er ein góð uppliving.

Um starvið
Starvið er hálvtíðarstarv, við setan í eitt hálvt ár fram. Løn- og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Tín arbeiðsstaður verður á skrivstovuni í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn, lívsrensl (cv) og avrit av møguligum viðmælum skulu sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. oktober 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-ráðgeva, á tlf. 290 816 ella við telduposti á asos@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið