Roðin økistænastan
Útgivið
7. september 2023
Útgongur
20. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um:

  • Fast starv á starvsbrøki 0,7. Starvið er í kvøldvakt gerandisdagar og dagvakt 2. ella 3. hvørt vikuskifti.

Starvið er til setan skjótast gjørligt.

Ynskiligt er at tú hevur útbúgving, antin sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari.

Tú ert eisini vælkomin at søkja um tú hevur starvsroyndir innan eldraøkið ella vilt royna teg innan eldraøkið.

Dentur verður lagdur á at tú hevur:

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari
  • Útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi stuðul og hjálp
  • Førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
  • Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
  • KT førleika á brúkarastøði
  • Jaligan hugburð
  • Góð samstarvsevnir

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Góða innleiðslu
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og KAF/fíggjarmálaráðið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara, tlf 290205 og teldupost kristbjorgp@rodin.fo

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: rodin@rodin.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. September 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið