Lýsing
Søkt verður eftir roknskaparleiðara til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy til setan 1. okt. 2026 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fast starv.
Arbeiðsuppgávurnar eru
- Fyrisitingarligar uppgávur, fíggjarstýring, herundir bókhald og roknskap
- Umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiði og fyrifallandi skrivstovuuppgávur
- Luttaka í at gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap
- Ráðgeva leiðsluni í fíggjarligum spurningum, t.d. viðkomandi greiningum
Førleikakrøv:
- Útbúgving og royndir innan grannskoðan, bókhald/roknskap
- Starvsroyndir við bókhaldi og hava gott roknskaparinnlit
- Duga væl at orða seg á føroyskum og donskum máli
- Góð samstarvsevni
- Haraftrat er umráðandi, at viðkomandi kann arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi
Setanartreytir:
Setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum AKF og KAF. Viðkomandi skal kunna tola broytingar í starvinum.
Starvsstaðurin er (fyribils) á skrivstovuni á Vágsvegi 22 í Vági.
Nærri fæst við at venda sær til Hera Norðberg, stjóra, á tlf. nr.: 793501 ella á herin@bhs.fo.
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
ella við telduposti til bhs@bhs.fo.
Umsóknarfreistin er 24. sep. 2026.