Sensen Travel
Útgivið
25. september 2024
Útgongur
18. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tað gongur skjótt frammá hjá okkum, og vit hava støðugt meira at gera. Tí hava vit brúk fyri einum ágrýtnum lærlingi.

Arbeiðið fevnir m.a. um:

  • Sølu, ráðgeving og kundatænastu
  • Bílegging av ferðaseðlum í bókingarskipanini Amadeus
  • Bílegging av hotellum, bilaleigu og annað í samband við ferðina

Vit leita eftir einum sum:

  • Brennir fyri góðari tænastu, og setur altíð kundan í fremstu røð
  • Rímuligar telduførleikar
  • Hevur góðar málførleikar á føroyskum, donskum og enskum

Persónligir førleikar:

  • Trívist væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta greitt við kundan
  • Er ágrýtin, røkin og jalig/ur av lyndi
  • Hevur góð samstarvsevnir, og er ein viðleikari

Hjá Sensen Travel fær tú:

  • Eina yrkisútbúgving innan fyrisiting – les meira her
  • Eitt spennandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri
  • Góð hølisviðurskiftir mitt í Tórshavn
  • Løn og treytir sambært sáttmála

 

Sensen Travel er vinnulig ferðaskrivstova. Vit hava sum fremsta mál at veita eina fyrstafloks tænastu til vinnu, sjóvinnu og tað almenna, og at avgreiða øll ferðaviðurskifti: Ferðaseðlar, hotell, leigubilar og somuleiðis samskipa visa umsóknir og annað praktiskt, sum hevur týdning fyri ferðina. Harafturat eru vit tøk 24/7 - 365 dagar um árið.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? Send okkum eina umsókn og lívsrensl við telduposti til bergur@sensen.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bergur Thomsen á tlf. 239081.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. oktober 2024 kl. 12:00.

Líknandi størv

25. september 2024
25. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið