Lýsing
- Ver við at binda Føroyar trygt saman.
Strandferðslan søkir eftir dugnaligum og virknum skipara til Suðuroyarleiðina, ið saman við starvsfólkunum skal tryggja eina góða og trygga tænastu umborð á Smyrli.
Um Starvið
Sum skipari hevur tú ábyrgdina og avgerðarrættin av allari sigling hjá Smyrli. Eisini hevur skiparin høvuðsábyrgdina av at tryggja, at mannagongdir eru dagførdar og virdar, og at menna tænastuna umborð soleiðis, at okkara kundar fáa eina jaliga uppliving tá teir ferðast við Strandferðsluni.
Tú verður reiðarísins longdi armur við ábyrgdini av at sigla eftir galdandi altjóða- og føroyskum krøvum. At seta trygdina í hásætið fyri skip, ferðafólk og manning við skilagóðum avgerðum og greiðum mannagongdum.
Smyril hevur dagliga farleið millum Tvøroyri og Tórshavn.
Sum evsti myndugleiki umborð eru høvuðsuppgávurnar hjá skiparanum at:
- Hava ábyrgdina av allari manningini og verða nærmasti leiðari hjá yvirmonnunum, har tú tryggjar eitt tætt samstarv millum allar eindir hjá SSL og vegleiðir um neyðugt. Eisini at tryggja, at arbeiðsætlanin er sambært lógarkrøvum og at frávik vera skrásett í Vaktplan og Crew Manager.
- Verða við til at mynda trygdarpolitikkin í ISM-koduna og tryggja, at yvirmenn brúka HSEQ - skipanina Mellora.
- Átaka tær leiklutin, sum ovasti myndugleikin umborð, har miðjað verður ímóti einum skilagóðum rakstri, og áhaldandi arbeiða við at betra fyriskipanir og mannagongdir.
- Tryggja best møguligu sigling og góða tænastu umborð á Smyrli, so at ferðafólk føla seg trygg og hava eina góða ferð
- Hava eftirlit við KT-skipanum umborð, so sum PreMaster og ISM. Fyri at tryggja hesa tilgongd, skal skiparin hava góðir KT førleikar og tryggja eitt regluligt samskifti við kontór og viðkomandi myndugleikar.
Eitt starv við fyrimunum
Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum, á landi og á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað við sáttmála við teimum almennu fyrimununum sum eru, m.a. skipað frítíð og møguleiki fyri avspáking og yvirtíð.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli. Arbeiðstíðin er 1 viku til arbeiðis umborð og 1 viku frí.
Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld. Við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð langt burtur frá familju og tínum bústaði.
Hetta gevur tær eitt frælsi og tryggleika, sum einki annað arbeiðspláss á sjónum kann bjóða.
Formlig krøv
Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst, at tú hevur:
- Sjóvinnubræv, sum skipsførari uttan avmarkingar sambært - STCW (Standards of Training, Certification and Watchkeeping) reg. II/2.
- Heilsuváttan
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
- Eftirútbúgving, sum sjúkraviðgerði
- GOC in GMDSS STCW reg. lV/2
- Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
Onnur viðkomandi krøv
Tað er eitt krav at hava kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.
Góður kunnleiki og jaligan hugburð til ISM og aðrar trygdarskipanir umborð.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at taka avgerðir, og at taka av við nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið er lønt í bólki 1, lønarflokki 8.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til rakstrarleiðaran hjá Strandfaraskip Landsins á tlf. +298 293043 ella anj@ssl.fo
Umsóknarfreistin er hósdagin 30. apríl 2026.
Vinarliga send her
Um neyðugt, tilskila vit okkum rættin til at velja ongan av umsøkjarunum.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23 bygdaleiðir (48 bussar). Í 2025 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,02 millión, harav 511.000 við ferjunum og 512.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu Strandfaraskip Landsins 131.000 akfør.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.