Magistarafelag Føroya
Útgivið
4. maj 2026
Útgongur
20. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

(16 t um vikuna)

Søkt verður eftir starvsfólki til at taka sær av skrivstovuuppgávum hjá Magistarafelagnum. Talan er um 1 ára barsilsstarv, har høvuðsuppgávurnar verða at:

  • Umsita limaskránna og limagjøld
  • Røkja heimasíðuna og sosialar miðlar hjá felagnum
  • Umsitingarligar uppgávur
  • Fyrireika og vera skrivari á nevndarfundum
  • Umframt annað fyrifallandi

Starvið verður sett frá 15. august 2026 ella eftir nærri avtalu

Førleikakrøv:
Vit ynskja eitt starvsfólk, sum er:

  • røkið, skipað í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • fyrikomandi og dugir væl at samskifta
  • stint í føroyskum, bæði í skrift og talu

Áhugi fyri fakfelagsarbeiði og royndir innan skrivstovuyrkið eru ein fyrimunur. Lesandi á hægri lærustovnum eru eisini vælkomin at søkja.

Løn og setanartreytir:
Starvið er 16 um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, í samráð við nevndina. Tó skal skrivstovan vera opin fastar tíðir um vikuna.

Starvið verður sett og lønt eftir avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er Óðinhædd 11 í Tórshavn.

Umsóknir:
Umsókn skal sendast við telduposti til starv@magistarin.fo. Umsóknir skulu vera Magistarafelagnum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2026.

Nærri kunning um starvið:
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann, á tlf. 551028 ella magistarin@magistarin.fo fyri nærri upplýsingar.

Um Magistarafelag Føroya
Magistarafelagið er fakfelag fyri fólk við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni. Endamálið hjá Magistarafelagnum er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins. Felagið hevur í løtuni umleið 430 limir. Magistarafelagið er partur av Akademikarafelag Føroya. Sí meira kunning um felagið á www.magistarin.fo

Líknandi størv

4. maj 2026
4. maj 2026
4. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið