Lýsing
Droymir tú um eitt spennandi og mennandi starv - sum enntá eisini gevur tær eina útbúgving? Á einum læruríkum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum? Jamen, so er hetta nokk akkurát nakað fyri teg! Tí vit á ALS leita beint nú eftir okkara nýggja skrivstovunæmingi.
HVAT SKALT TÚ GERA?
Sum næmingur hjá okkum fært tú eitt bæði mennandi og spennandi lærupláss, har tú kemur runt á øllum stovninum m.a. á okkara fíggjar- og tryggingardeild, bókhald, arbeiðsmarknaðardeild, telefonavgreiðslu, móttøku v.m.
Á ALS starvast dugnalig og fitt fólk, sum gleða seg til arbeiða saman við tær og altíð eru til reiðar at vegleiða teg, tá tørvur er á tí.
Tú ert liðugt útbúgvin sum skrivstovufólk longu aftaná 2 - 2 1/2 ár, alt eftir um tú hevur miðnámsprógv við búskaparbreyt ella ikki.
Lønin er sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag
Hvør ert tú?
Vit leita eftir einum ágrýtnum og jaligum persóni, sum:
- Hevur miðnámsútbúgving
- Samskiftir væl við onnur
- Er forvitin eftir at læra
- Er tænastusinnað/ur
- Dugir at brúka teldu
Hvar skalt tú arbeiða?
ALS er ein stovnur við bústaði í Tórshavn. Okkara uppgáva er at veita arbeiðsleysum fólki fíggjarligan stuðul og bøttar starvsmøguleikar, umframt at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Eins og okkara endamál er gott, stremba vit eisini altíð eftir at hava eitt trygt og gott arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast.
Á ALS starvast í løtuni 23 fólk… 24 við tær 🙂
Hvussu søkir tú?
Freistin at søkja starvið er hósdagin 24. september. Vit ætla, at tú skalt byrja í starvinum skjótast gjørligt.
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til Biritu Hansen, deildarleiðara, á birita@als.fo.
Hvønn kanst tú spyrja?
Um tú hevur spurningar um læruplássið, set teg so í samband við Biritu Hansen, deildarleiðara, á tel. 349503 ella birita@als.fo.
Umsóknir og fyrispurningar verða sjálvandi viðgjørd í trúnaði.