Sjóvar Kommuna
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
16. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Partíðarstarv

Lýsing

Lítlifløttur søkir eftir:

  • einum námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja 1. november 2026, ella eftir nærri avtalu.
  • trimum føstum sjúkra- og feriuavloysarum at starvast 30 tímar um vikuna. Avloysararnir koma at starvast í samband við fráveru vegna sjúku, feriu v.m.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Á Lítlafløtti fært tú eitt spennandi, mennandi og fjøllbroytt starv saman við góðum starvsfelagum.

Sum námsfrøðilig tiltøk hava vit TRAS, TÍTT og Betri vinir.

Vit ynskja:

  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
  • at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
  • at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
  • at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
  • at tú skilur og tosar føroyskt

Vit bjóða:

  • eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi
  • eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
  • eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2026, kl. 12:00 og sendast til: litliflottur@sjovar.fo

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

Líknandi størv

6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið