Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
18. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Partíðarstarv

Lýsing

Okkum tørvar fleiri hendur, tí søkja vit eftir trimum námsfrøðingum, atstøðingum ella hjálparfólkum til frítíðarskúlan Snjallubjalla. Snjallabjalla er frítíðarskúlin í Klaksvíkar Kommunu og húsast á Skúlavegi 1, í GarðaLisu og í norðara enda í KÍ-høllini.

Tá skúladagurin er liðugur hjá fittu børnunum í 1. og 2. flokki, renna tey yvir til Snjallubjallu. Her koma dagliga umleið 165 børn, og vit eru 26 starvsfólk, sum arbeiða, meðan vit hava opið millum klokkan 11.00 og 17.00.

Snjallubjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Vit leggja m.a. dent á:

  • Skikkað starvsfólk. Tað merkir sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teimum fortreytum, tey hava. Sum starvsfólk í serstovu verður væntað, at ein megnar at arbeiða sjálvstøðugt, og at ein er áhugaður í at seta seg inn í samskiftisamboð, s.s. Tekn til Talu, piktogrammir o.a.t.
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga, og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Samskifti. Tað merkir, at vit ynskja, at eitt sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Góðar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum, og at pláss er fyri tí einstaka.
  • Sum starvsfólk skalt tú saman við børnunum seta ting í gongd og harvið verða partur av at gera dagin á frítíðarstovninum spennandi og mennandi.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um tvey størv á 25 tímar um vikuna at byrja 1. november og eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. februar 2027 at byrja skjótast til ber.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, og hevur tú hug at vita meira um størvini og stovnin, kanst tú venda tær til Beintu Klakstein, leiðara, á tlf. 218878.

Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 18. oktober 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Snjallubjallu

Líknandi størv

6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið