Krosstein P/f
Útgivið
21. maj 2026
Útgongur
15. juni 2026
Staður
Falkavegur 6, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv
T-post
umsokn@krosstein.fo

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða við sølu og ráðgeving? Tímir tú eitt professionelt og óformelt arbeiðsumhvørvi?

Kundi tú hugsað tær eina útbúgving við nógvum framtíðarmøguleikum? So ert tú kanska okkara nýggi handilslærlingur.

Hjá Krosstein verður tú partur av einum dugnaligum toymi. Vit eru størsti HVS-veitari í Føroyum, og hvønn dag hjálpa vit bæði privatum og vinnukundum við røttu loysnunum innan hvs og nógvum øðrum.

Hví velja Krosstein?
Vit kenna avbjóðingarnar, og vit finna loysnirnar. Vit leggja dent á at loysa uppgávur og nøkta tørvin hjá kundanum. Tú fert at læra nógv um bæði sølu, kundarøkt og tekniskar loysnir.

Hóast vit eru professionel, so eru vit óformel og fleksibul.
Tað skal vera gott at fara til arbeiðis.

Hetta kanst tú vænta

  • Góða upplæring frá dugnaligum starvsfeløgum
  • Eitt dynamiskt og positivt arbeiðspláss
  • Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Góðar møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga
  • Løn, sum er hægri enn sáttmálin hjá Samverk
  • Møguleika fyri víðari útbúgving eftir loknað lærutíð

Vit leita eftir tær, sum

  • Hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • Hevur áhuga at samskifta við fólk
  • Hevur hug at læra og mennast
  • Hevur lokið miðnám ella aðra viðkomandi útbúgving

Lærutíðin

  • 2 ár við HH/miðnámsprógvi (búskaparbreyt) ella 3 ár við FHS
  • Skúlagongdin er á Business College Syd á Als í Danmark

Starvsstaðurin er hjá Krosstein á Falkavegi 6 í Tórshavn.

Umsókn
Send umsókn og viðkomandi skjøl til umsokn@krosstein.fo í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2026.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Dávid á telefon 29 46 38

Líknandi størv

Innsavnari til húsarhaldsposar   Faroe Islands nýtt
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið