Lýsing
Ynskir tú at arbeiða við børnum við serligum tørvi í einum fakliga sterkum og mennandi umhvørvi?
So hevur tú nú møguleika at gerast partur av okkara toymi.
Lýst verður eftir námsfrøðingum og/ella hjálparfólki, at arbeiða í frítíðarskúlanum í Skúlanum á Trøðni.
Talan er um:
- Tvey tíðaravarkað størv vegna barnsburðarfarloyvi:
- Starv 1: Fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt, tíðaravmarkað til okt. 2027
- Starv 2: Farloyvisstarv við byrjan 1. des í brotinum 0,75 og skúlaárið út
Eitt fast starv í brotinum 0.75 at byrja skjótast gjørligt.
Vit hava eisini brúk fyri avloysarum, hetta kann vera eitt gott ískoyti til lesandi.
Um eingin námsfrøðingur søkir, tilskila vit okkum rætt til at seta hjálparfólk.
Um frítíðarskúlan í Skúlanum á Trøðni
Frítíðarskúlin er saman við skúlanum á Trøðni eitt heildagstilboð, sum fevnir um børnini, sum ganga í 1. og 2. flokki og nakrir av teimum eldru næmingunum, ið hava ein meira umfatandi tørv á stuðli í skúladegnum og í frítíðini.
Vit ynskja at gott samstarv er millum skúla og frítíðartilboð, og leggja tí dent á at hava ein støðugan starvsfólkahóp, ið skipar ein greiðan og væl struktureraðan gerandisdag.
Í frítíðarskúlanum verður arbeitt við skipaðari námsfrøði, málmenning, visuellum strukturi og týðiligheit.
Arbeitt verður vanliga í smærri bólkum og ein til ein. Strembað verður eftir at skapa best møguligu menningarmøguleikar, so at barnið á bestan hátt kann menna sínar málsligu, sosialu, persónligu og kropsligu førleikar.
Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga og hegni at arbeiða við børnum við serligum tørvi
- ert nærverandi, jaligur og ábyrgdarfullur
- megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
- arbeiðir skipað og við tolni og hevur góð samstarvsevni
- møtir væl upp
- tosar og skilir føroyskt
Vit bjóða:
- møguleika at seta tín dám á arbeiðið
- fakliga ráðgeving og vegleiðing
- tíð til fyrireiking og samstarv
- viðkomandi skeið og førleikamenning
- eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- eitt arbeiðspláss, sum leggur dent á trivnað og felagsskap
Setanarviðurskifti
- Arbeiðstíð: mánadag til fríggjadag frá 11.00 til 16.00/17.00, tó ávísar dagar frá 7.45 og 9.00
- Starvið verður sett samsvarandi galdandi sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum
skal sendast til: sat@sat.fo viðmerk “starv, frítíðarskúli”.
Umsóknarfreist: 14. sept. 2026 kl 12.00
Meira at vita
Vilt tú vita meiri um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran í frítíðarskúlanum,
Beinta Seyer Joensen á tlf. 228510
Setanarsamrøður
Setanarsamrøður verða hildnar stutt eftir umsóknarfreistina.