Tórshavnar kommuna
Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av mennandi, gevandi og kveikjandi upplivingum og at gerast partur av einum góðum starvsfólkatoymi, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her.
Vit søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða 20-40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði.
Á Miðstovninum leggja vit dent á trivnað og menning. Vit ynskja at menna sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.
Sí lýsing her