Dugni
Útgivið
25. september 2024
Útgongur
4. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir eini eldsál innan endurnýtslu til Tinghúsið á Hjalla

Høvuðsuppgávan er at stuðla teimum vit vara av ígjøgnum arbeiðsfremjandi tiltøk til eitt virkið lív. Sum spírin í búmerki okkara lýsir, so byggja vit okkara arbeiði á burðardygt grundarlag, har menniskju eins og lutir fáa nýggjar møguleikar og virðið.

Ígjøgnum okkara tiltøk kunnu fólk brúka Dugna til eina lopfjøl víðari út í arbeiði ella útbúgving, ella eitt frírúm, har tey kunnu starvast eftir førimuni.

Talan er um eitt fulltíðarstarv til at skipa arbeiðið í endurnýtsluhandlinum og á goymsluni í samstarvi við starvsfelagar. Dagligu uppgávurnar umfata alt innan endurnýtslu, heilt frá flutningi av vøru til at tøma bingjur, innrættan og sølu. Arbeiðið er kropsliga krevjandi.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving við menniskjum - eitt nú sum námsfrøðingur, handverkari ella líknandi.
  • er skapandi og dugir at síggja møguleikar í endurnýtslutilfari til sølu ella aðra framleiðslu.
  • hevur eyga fyri at fáa handilin at síggja innbjóðandi út og hevur góðan røkiskap.
  • hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar.
  • dugir at samskifta, skapa sambond og at fáa tað besta fram í starvsfeløgum.
  • dugir at fáa onnur við í arbeiðstilgongdina soleiðis, at øll fáa brúkt sínar eginleikar á besta hátt.
  • útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku.
  • dugir at samstarva og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.
  • sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan, og tolir broytingar.

Løn og setanartreytir
Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01.11.2024. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagog Felag og Fíggjarmálaráðið og hevur tilvísing til deildarleiðaran.

Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 04.10.2024 kl. 12

Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Súsannu Vinther 292970 gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 15.

Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er at: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu verða stuðla víðari út í arbeiði, útbúgving, ella hóskandi tiltak”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo

Líknandi størv

25. september 2024
25. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið