Glasir
Útgivið
24. juni 2024
Útgongur
16. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um starv, har samlaða tímatalið er áleið 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá klokkan 7.30 til skúladagurin er liðugur. Starvið er tíðaravmarkað til lestrartíðina hjá viðkomandi drongi.

Arbeiðsuppgávur
Tú kemur at vera stuðulsfólk hjá einum 17 ára gomlum drongi við rørslutarni, sum skal byrja í autismuflokkinum á Glasi í august 2024. Tú kemur at vera um drongin gjøgnum dagin í tann mun, tað er neyðugt, og ert tøk/-ur allan skúladagin eftir tørvi.
Uppgávurnar eru m.a. at hjálpa honum at gera klárt til undirvísingartímarnar og stuðla í ymiskum praktiskum viðurskiftum, so hann hevur møguleika at vera í skúla, saman við flokkinum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. eisini at koyra drongin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at hjálpa og stuðla í persónligum viðurskiftum.

Førleikar/væntanir
Søkt verður eftir fólki við hóskandi útbúgving, t.d. námsfrøðiligari ella ergoterapeutiskari útbúgving. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir starvið, kann hjálparfólk setast ístaðin. Hevur tú líknandi starvsroyndir, kann tað vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/-ur og fyrikomandi og sært týdningin av at hava eina góða relatión.
Tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett í einum samstarvi millum Glasir og Almannaverkið. Ein partur av stuðulsfyriskipanini er undir Almannaverkinum, við tænastu í Trivnaðardeplinum. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis starv@glasir.fo.

Freist
Umsóknir skulu vera Glasi í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. juli 2024.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Annie Fjallsá anf@glasir.fo / tlf. 211825

Líknandi størv

Spennandi starv sum supportari   Faroe Islands nýtt
27. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið