Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú dirvi og hug at royna teg í eini leiðsluuppgávu, og ynskir tú at gera mun fyri børn og ung í Kollafirði? Vit leita eftir varaleiðara at byrja skjótast gjørligt.
Sum varaleiðari verður tú ein virkin partur av leiðslutoyminum, sett av stovnsleiðara og tveimum varaleiðarum. Tú fært samábyrgd av bæði námsfrøðiligari og fyrisitingarligari menning fyri stovnin. Tú verður við til at tryggja, at børn og ung fáa eitt trygt, mennandi og fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi.
Hetta er eitt starv fyri teg, sum ynskir at taka stigið inn í leiðsluuppgávur – ella fyri teg, sum longu hevur leiðsluroyndir.