Lýsing
Søkt verður eftir verkafólki til Reinhaldið hjá Tórshavnar Kommunu.
Arbeiðsøkið umfatar dagligt viðlíkahald so sum umvæling av ruskíløtum, koyra við feiubili, reinhald av áarristum, tøming av ruskíløtum, reinhald av busskýlum, spula vegir og gongubreytir o.a. fyrifallandi arbeiði.
Harafturat skal viðkomandi luttaka í vetrahaldinum av gongubreytunum, har koyrt verður við smærri gongubreytstraktorum.
Tað er ein treyt at viðkomandi hevur B koyrikort.
Í Reinhaldinum verður arbeitt allar dagar í árinum, viðkomandi skal tí rokna við at arbeiði í vikuskiftinum kann fyrikoma, harafturat um ólavsøkuna og aðrar høgtíðir.
Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss, við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.
Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.