Havin.fo
Lýsing
Um starvið:
Arbeiðið fevnir um røkt av grønum økjum, planting, sláttur, klipping av runnum og trøum, umframt anleggsarbeiði sum t.d. uppseting av garðum, flísalegging og onnur tilhoyrandi arbeiði.
Arbeiðið fer mest fram í høvuðstaðarumráðnum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur royndir innan gartnara- og/ella anleggsarbeiði
- Hevur koyrikort (krav)
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- Er arbeiðssamur og álítandi
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv
- Góð arbeiðsviðurskifti
- Møguleika fyri menning
Áhugað?
Send umsókn og viðkomandi upplýsingar til havin@havin.fo skjótast gjørligt.