Borg
Útgivið
1. juni 2022
Útgongur
1. juli 2022
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Goymslufólk og bilførari
Borg hevur brúk fyri einum goymslufólki til deildina í Tórshavn.Arbeiðið er á goymsluni og umfatar klárgering av ordrum og útkoyring av vørum og ikki minst eina góða tænastu til kundarnar. Arbeiðið er kropsligt krevjandi.
Gott hevði verið, um tú hevur royndir innan goymsluarbeiði, annars er eisini møguligt við upplæring.

Vit vænta
Tað, vit vænta mest av tær, er, at tú ert ágrýtin og ikki bangin fyri at bretta uppum ermar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har alt til tíðir hendir skjótt.

  • Tú má hava vanligt koyrikort.
  • Stóra koyrikortið og til trukk er ein fyrimunur, men ikki neyðugt.
  • Tú er opin fyri at arbeiða yvirtíð.
  • Tú hevur góð samstarvsevnir.

Borg hevur eitt toymi á 69 fólk við timbur-, amboðs- og køksdeild, har allar deildir dagliga hava tætt samstarv.

Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har nógv er gjørt fyri trivnaðin, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann verða nógv. Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreitir eru eftir avtalu.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men við bíða eisini fegin eftir tí rætta.

Um hetta er nakað fyri teg, send so eina umsókn til Leonu Nilssen, HR-leiðari, á mail hr@borg.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Danny Kechtan, deildarleiðari í Borg Tórshavn á telefon 237240.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið