Lýsing
Fjølbroytt og spennandi starv sum dekkari er leyst at søkja umborð áhavrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Jákup Sverri ger ymsar rannsóknar- og fiskitúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligarisigliætlan. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.
Arbeiðsøkið
Arbeiðsøkið er á dekkinum, hangarinum, fabrikkini, lastini vm., har tú saman við øðrumdekkarum fæst við vanligt dekkaraarbeiði, t.d.:
- fáast við trol og annan fiskireiðskap
- seta og draga mátitól
- fáast við fisk á dekkinum, fabrikkini og í lastini
- halda skipið
- annað fyrifallandi dekkaraarbeiði
Setanartreytir
Tú hevur galdandi prógv fyri heilsuváttan fyri sjófólk og trygdarskeið.
Dentur verður lagdur á røkinskap, góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta.
Gott er at hava trolroyndir.
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi íseinasta lagi 30. juni 2025 kl. 12.
Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Edmund Olsen, skipara, tlf.27 53 09 ella Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01.
Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjáHavstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, harFøroyar hava fiskiveiðuáhugamál.
Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum.Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum,botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli.Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum avfiskastovnum.
Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvirdagar umborð og frítíð í landi.
Meira kunning um skipið sæst á hav.fo/um-havstovuna/jakup-sverri/