á skúlatrøð
Útgivið
28. august 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Skúlavegur 6, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
jonleif.johannesen@skulin.fo

Lýsing

Starvið verður sett frá 20. oktober 2025 ella skjótast eftir tað.

Um skúlan:
Á Skúlatrøð starvast uml. 100 starvsfólk og ganga uml. 770 næmingar á skúlanum skúlaárið 25/26.

Á Skúlatrøð leggja vit dent á at skapa eina felagskenslu, at hava skipað viðurskifti og at hava virðing fyri hvørjum øðrum.

Námsfrøðiliga visjón skúlans er: At skapa og læra – spyrja og svara.

Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild, hádeild og eitt tillagað næmingatilboð, nevnt Ósa/Ziska, umframt eina 10. flokseind, nevnd Valskúlin.

Um starvið:
Varaskúlastjórin er við til at mynda skúlan saman við leiðslutoyminum og kemur saman við leiðsluni, at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum.

Í starvinum fert tú fyrst og fremst at hava ábyrgd av 7. til 10. flokki. Harafturat verða aðrar leiðsluuppgávur ein partur av gerandisdegnum.

Førleikakrøv:
Søkt verður eftir einum varastjóra, sum vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visjón skúlans. Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving.

Vit ynskja:

  • At tú ert fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva
    At tú hevur starvsroyndir í fólkaskúlanum
    At tú hevur mennandi starvsfólkaleiðslu og leiðslustíl
    At tú virkar fyri trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum
    At tú virkar fyri at skapa virðing fyri skúlanum
    At tú hevur førleikar at taka neyðugar avgerðir og ert sinnað/ur at fara undir
    avbjóðingar
    At tú hevur góðan málførleika í skrift og talu
    At tú hevur kunnleika innan KT.

Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir.

Lønar- og setanartreytir:
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum
36.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi
frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.

Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. september 2025 kl. 12:00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík

Nærri kunning um starvið fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið