Bakkafrost
Útgivið
9. september 2025
Útgongur
22. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Meistarar til ”Bakkanes” og ”Hans á Bakka”

Kundi tú hugsað tær eitt starv umborð á einum av skipunum hjá Bakkafrost, so er kjansurin her. Vit søkja eftir meistarum til ”Bakkanes” og ”Hans á Bakka”.

Førleikakrøv:

  • Sjóvinnubræv sum skipsmaskinstjóri (Bakkanes, 4.800 KW)
  • Sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 2. stigi ella hægri (Hans á Bakka, 2998 KW)
  • Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
  • Trygdarskeið
  • Bátaførari
  • Heilsuprógv

Vangamynd
Tú lýkur førleikakrøvini, og royndir frá alivinnuni kunnu vera ein fyrimunur. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar, og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið er 5 vikur við Bakkanes og 3 vikur við Hans á Bakka.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um størvini, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 22. september 2025. Umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt sum tær koma inn, og størvini verða sett skjótast gjørligt.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.

Søk starvið

Líknandi størv

9. september 2025
Maskinførari til meginøkið   Faroe Islands nýtt
9. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið