Lýsing
Søkt verður eftir einum gongsfólki til Hvíldarheimið Naina. Talan er um fast starv á brøk 0,75 í dag- og kvøldvaktum, og annað hvørt vikuskifti.
Hvíldarheimið Naina er ein sjálvsognarstovnur.
Hvíldarheimið er ætlað fólki, sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði, og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma seg aftur. Heimið hevur pláss fyri 24 fólkum.
Alt virksemið hjá stovninum er væl lýst á okkara heimasíðu www.naina.fo
Starvið umfatar
- Reingerð
- Borðreiðing
- Vaska upp eftir máltíðir
Vit vænta, at umsøkjarar
- Hava royndir innan reingerð
- Hava góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
Vit bjóða
- Góða innleiðslu
- Dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Eitt jaligt arbeiðsumhvørvi
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsbyrjan er 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu.
Upplýsningar
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mai Dahl, fyristøðukvinnu, á tlf. 211840 ella á teldupost mai@naina.fo
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til: mai@naina.fo
Umsóknarfreistin er 30 novembur.