Seatravel
Útgivið
8. marts 2026
Útgongur
20. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Seatravel.fo í Sørvági leitar eftir skipara og ferðaleiðara!

Hevur tú hug at arbeiða á sjónum og geva ferðafólki eina serliga uppliving í føroysku náttúruni? So er hetta møguleikin fyri teg!

Um okkum

Seatravel.fo er ein føroyskur ferðavinnuveitari, ið siglir túrar úr Sørvági til nøkur av vakrastu og mest sermerktu støðunum í Føroyum – m.a. Drangarnar, Tindhólm, Múlafoss og aðrar náttúruperlur.

Vit bjóða eksklusivar túrar við bátum við pláss fyri upp til 10 ferðafólk. Hesir bátar eru væl egnaðir til friðarligar og upplýsandi túrar, har gestir úr øllum heiminum sleppa at uppliva serstøku føroysku náttúruna frá sjónum – við góðum komforti.

Í 2023 vunnu vit heiðurin “Ársins nýbrót” frá Ferðavinnufelagnum – ein staðfesting av okkara dygd, nýhugsan og sterku menning í føroysku ferðavinnuni.

Um starvið

Tú ert bæði skipari og ferðaleiðari – tú stýrir bátinum og greiðir frá um náttúru, søgu og mentan.

Starvið er fleksibult part- og fulltíðarstarv frá apríl til september – t.d. um tú gongur í skúla, arbeiðir á sjónum og hevur frí millum túrar, ella bara vilt forvinna eyka. Arbeiðið kann vera bæði um dagin, kvøld og í vikuskiftum.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Prógv sum skipari ella dugnaskapsroynd
  • Galdandi heilsuprógv og trygdarskeið (STCW)
  • Góð samskiftisevni á føroyskum og enskum
  • Áhuga fyri náttúru
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt og spennandi starv
  • Arbeiði í vøkrum og livandi umhvørvi
  • Løn sambært avtalu

Umsókn og kunning

Send umsókn til seatravel@seatravel.fo

Ring til Elias Davidsen á tlf. 286878

Líknandi størv

10. marts 2026
1. meistari til Ternuna   Faroe Islands nýtt
10. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið