Runavíkar Kommuna
Útgivið
28. april 2026
Útgongur
25. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum málsviðgerum. Talan er um føst størv fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð. Størvini eru leys at søkja til setan 1. juli 2026 ella skjótast gjørligt.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu. Vit eru sjey starvsfólk og halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík.

Í starvinum kanst tú gera veruligan mun fyri børn og familjur í truplum lívsstøðum og samstundis vera partur av einum sterkum fakligum toymi, har samstarv, menning og dygd eru í hásæti. Arbeiðið snýr seg um at tryggja, at børn, sum liva undir umstøðum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa rætta hjálp og umsorgan til røttu tíð.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Arbeiðsuppgávur

  • Viðgerð av fráboðanum
  • málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
  • fyðrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
  • samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
  • vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Krøv til útbúgving og førleikar
Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava:

  • Miðallanga útbúgving innan umsorganararbeiði, so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur, lærari e.a. Eisini er møguleiki at søkja starvið sum sosialráðgeva lesandi
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Duga at arbeiða tvørfakligt og at síggja loysnir
  • Tola at arbeiða undir trýsti og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Fyrimunur er,

  • Um umsøkjari hevur viðkomandi royndir
  • Megnar at samskifta á enskum

Neyðugt er at hava koyrikort

Ágóðar við starvinum
Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss við ágrýtni og høgari fakligheit
  • Fakliga menning á økinum
  • Fakliga supervision
  • Góðar møguleikar at brúka hugflogið til uppgávuloysnir
  • Møguleika at arbeiða við háttalagnum ICS og Signs of Safety

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis hesa leinkju.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.

Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið