Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
27. maj 2026
Útgongur
20. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er eitt hálvtíðarstarv sum námslektari í søgu leyst at søkja. Talan er um tíðaravmarkað starv í tvey ár. Fleiri útbúgvingar á Søgu- og
samfelagsdeildini eru tvørfakliga skipaðar. Tann, sum fær starvið, kann tí, umframt at undirvísa á bachelor- og masterstigi, eisini rokna við at undirvísa lesandi á øðrum útbúgvingum á deildini.

Førleikar
Fyri at verða sett/ur í starv sum námslektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, vænta vit:

  • At tú hevur góðan fakligan førleika í søgu á í minsta lagi master- ella kandidatstigi.
  • Umsøkjarar við ph.d.-útbúgving hava ein fyrimun
  • At tú dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum, skandinaviskum og enskum
  • At tú hevur gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, sum eisini er ein fyrimunur
  • Hevur góðir undirvísingarførleikar og samstarvsevni
  • At tú ert fús/ur at arbeiða til frama fyri deildina í breiðari merking

Á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, arbeiða umleið 30 fólk við ymiskum førleikum og á ymsum fakøkjum. Á deildini er gott og spennandi akademiskt umhvørvi við kjaki og samstarvi tvørtur um fakmørk.

Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Við umsóknini skulu sendast lívsrensl, íroknað yvirlit yvir útbúgvingargongd, møgulig vísindalig avrik og arbeiðsroyndir, umframt avrit av próvskjølum. Í mesta lagi fimm vísindaligar útgávur/greinar kunnu leggjast við umsóknini. Møguligar undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við eftirmetingum, um tílíkar eru til taks.

Umsóknarfrestin er 20. juni 2026. Starvið verður eftir ætlan sett í seinasta lagi 1. september 2026.

Søk starvið her

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, dekan, tlf. 292597, erikah@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni:
www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya – føroyska universitetið - er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari
samfelagsmenning og nýskapan í Føroyum. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á
Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1000 lesandi og 180 starvsfólk. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og  tarvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Les meira um Setrið á www.setur.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið