Almanna- og bústaðamálaráðið
Útgivið
20. maj 2026
Útgongur
11. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Eitt starv sum deildarstjóri í Almanna- og bústaðamálaráðnum er leyst at søkja. Deildarstjórin fer at leiða deildina fyri almanna- arbeiðsmarknaðar-, javnstøðu- og bústaðamálum, har 10 fulltrúar í løtuni starvast.

Deildarstjórin kemur sjálvur at mynda starvið og fær harumframt góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

Deildarstjórin hevur m.a.:

  • ábyrgd av at ráðgeva landsstýrisfólkinum og aðalstjóranum
  • ábyrgd av at tilevna uppskot til lógir og kunngerðir og reglur á økinum
  • ábyrgd av ráðgevingini av stovnunum innan málsøkið
  • ábyrgd av starvsfólkunum á deildini og dagligu leiðsluna av hesum
  • ábyrgd av miðling fyri alt ráðið

Tann, ið verður settur, skal hava viðkomandi hægri útbúgving innan t.d. búskap, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði ella løgfrøði. Fyrimun hevur umsøkjari, sum harumframt hevur leiðsluroyndir, kunnleika til málsøkini, evni at seta í verk fyriskipanir, góð leiðslu- og samstarvsevni og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari politiskari fyrisiting.

Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skalt megna at skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.

Deildarstjórin vísir til aðalstjóran. Setanarøkið er Almanna- og bústaðamálaráðið umframt stjórnarráðini.

Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins, umframt 15% í eftirløn, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsókn við avriti av prógvum, lívsrensli o.ø. skal sendast til:

Almanna- og bústaðamálaráðið
Undir Bryggjubakka 27
FO-100 Tórshavn
Ella á teldupost: umsokn@abmr.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. juni 2026.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, á tlf. 734049 ella á teldupost eydun@abmr.fo.

Almanna- og bústaðamálaráðið (www.abmr.fo) umsitur almanna-, arbeiðsmarknaða-, bústaða - og javnstøðumál. Tað starvast í løtuni 15 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá Almanna- og bústaðamálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva landsstýrisfólkinum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur, at leggja til rættis fíggjarlógararbeiðið og hava játtanareftirlit við økinum og at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið