Nánd-Heimatænastan
Útgivið
15. maj 2026
Útgongur
29. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja heilsuhjálpara til demenseindina á Gøtubrá í Norðragøtu.

Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Starvið er á niðaru hæddini, har tað eru 8 pláss til fólk við demens. Á eindini arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, demenssamskipari, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Normerning
Trý starvsfólk eru til arbeiðis um dagin og trý um kvøldið og ein um náttina. Umframt vanligu røktarnormeringina er demenssamskipari til arbeiðis ein dag um vikuna.

Starvið er 32 tímar í miðal um vikuna í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. juli 2026.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur royndir og vitan um demensumsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgaranum í samstarvi við hann/hana

Um eingin heilsuhjálpari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss og góðar starvsfelagar, sum veita dygdargóða, persónsrættaða demensumsorgan
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd


Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið .

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknarfreistin er 29.05 2026 kl. 12.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

Starvsfólk til serøkið í Suðuroy   Faroe Islands nýtt
15. maj 2026
15. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið