Lýsing
Søkt verður eftir heilsurøktarum til Heimatænastuna í VEKS, at seta skjótast til ber.
Talan er um spennandi og mennandi størv, har tú arbeiðir við heilsurøkt til borgarar við ymiskum ellisavbjóðingum og m.a. demenssjúku. Tú verður upplærd/ur í at veita sjúkrarøkt. Tú arbeiðir í toymi saman við øðrum heilsurøktarum, heilsuhjálparum, ófaklærdum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum.
Størvini eru í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Arbeiðsstaður
- 1 starv: Á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.
- 1 starv: Á/út frá Korndalsbýlinum á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Eiðis og Sunda Kommunu á Eysturoynni.
- 2 størv: Á/út frá Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Vestmanna og Kvívíkar Kommunu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Skipa og veita heilsufremjandi røkt.
- Skipa fyri at eldri borgarin hevur ein virknan dagligdag.
- Gera og fylgja røktargongdum, sum eru lagdar fyri borgarar.
- Veita sjúkrarøkt, t.d. sárskift og injektiónir eftir upplæring.
- Skjalfesta heilsurøkt og útinta sjúkrarøkt.
- Veita palliativa røkt og sjúkrarøkt sambært røktarætlan.
- Arbeiða í tvørfakligum toymi.
- Vera við í upplæring av starvsfólkum í heilsurøkt.
- Luttaka í samrøðum við borgarar og avvarðandi.
- Vegleiða lesandi.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari.
- Góðan telduførleika.
- Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
- Hevur góð evnir at samskifta.
- Vitan og førleikar innan demensrøkt.
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- Koyrikort til persónbil.
Vit vænta, at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið og at viðvirka til, at eldri fáa ein virknan dagligdag hóast aldursbroytingar. Tú hevur áhuga í kliniskum røktararbeiði, hevur hug at blíva upplærd/ur at veita sjúkrarøkt og vilt vera við til at menna røktina til eldri.
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv.
- Góða innleiðslu.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Møguleika fyri førleikamenning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaður er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til:
ella til:
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 20
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Biritu B. Iversen, deildarleiðara í Heimatænastuni Mørkin, tlf. 793251
- Tórgerð Jallgrímsdóttir, deildarleiðara í Heimatænastuni Korndalsbýlinum, tlf. 793234
- Sunrid á Borg, deildarleiðara í Heimatænastuni Grønanesi, tlf. 217479
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.