Dáin í Klaksvík
Útgivið
30. juni 2026
Útgongur
16. juli 2026
Staður
Mýrivegur 11, 700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
T-post
dain@av.fo

Lýsing

Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum og/ella heilsurøktara/hjálpara  at arbeiða í Dáanum

Søkt verður eftir

  • 1 námsfrøðingi ella heilsurøktara/hjálpara at arbeiða 32 tímar um vikuna í Døgnumlættingini, at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, alt døgnið og allar dagar í vikuni. (Møguleiki er at fáa fleiri tímar).
  • 2 námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna í frítíðartilboðnum, at byrja 10. August ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar aftaná skúlatíð, kl. 11:00-17:00.
  • Eisini verður søkt eftir avloysarum at arbeiða, tá starvsfólk eru sjúk, avspáka osv.

Um  eingin av nevndu fakfólki søkir, kann starvið setast tíðaravmarkað við hjálparfólki

Hvørji eru vit
Dáin er ein samdøgursstovnur, har børn, ung, vaksin og eldri menningartarnað koma til umlætting í styttri og longri tíðarskeið. Talan er bæði um skipaða umlætting, har ávísir bólkar eru og umlætting, har fleiri aldursbólkar eru umboðaðir samstundis.

Umframt døgnumlætting hevur Dáin eisini eitt frítíðartilboð til børn við avbjóðingum, eftir skúlatíð. Frítíðartilboði er opið gerandisdagar frá kl 11.00 – 17.00

Vit leggja dent á at geva øllum borgarum eina góða, trygga og innihaldsríka uppliving, har møguleiki er fyri menning og at knýta vinarbond.

Væntanir

  • Tú ert opin, fyrikomandi, nærverandi og rúmar ymiskleikum.
  • Tú er væl fyri fakliga, sálarliga og likamliga.
  • Sært møguleikar og avbjóðingar fram um mørk.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert sterk/ur í at samskifta og leggur dent á gott samstarv.
  • At tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og lívsjáttandi starv
  • Tú fært møguleika at seta tín dám á dagin,
  • Arbeiði saman við dugnaligum starvsfelagum
  • Fjølbroyttar uppgávur

Arbeitt verður eftir KRAP, sum er ein socialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá tí einstaka borgaranum. Vit arbeiða bæði við at menna førleikar og at halda verandi førleikar við líka.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum kann sendast okkum umvegis teldupost dain@av.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 16 juli 2026.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord, leiðara á tlf. 297750, gerandisdagar.

www.dain.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið