Lýsing
Eitt starv sum skipari við skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Evstu ábyrgdina tá manning av egnum skipi fremur eftirlit.
- Kunnleika til lógarverkið, ið Vørn arbeiðir eftir, s.s. fiskivinnulóggávuna, fyrisitingarlógina o.a. viðkomandi reglur.
- Høvuðsábyrgdina fyri at G&T hondbókin verður fylgd og hildin virkin.
- At arbeiða sambært avtalum, sum Vørn/Fiskiveiðieftirlitið hevur við aðrar stovnar.
- Annað fyrifallandi arbeiði.
Førleikakrøv:
- Skipsføraraútbúgving.
- Vinnubræv sum skipsførari við handilsskipum (STCW-regl. II/2 and V/1, Competency as Master).
- Heilsuváttan fyri sjófólk.
- Góðan førleika at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
- Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
- Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgerð, vinnukavari og onnur viðkomandi skeið. Tað er ein fyrimunur at hava galdandi prógv.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 36. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum.
Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.
Starvsheiti er skipari.
Tann ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 13. juli 2026 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Vørn
Postsmoga 1238
110 Tórshavn
Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo
(Øll viðheft skjøl skulu vera í PDF-formati.)
Meiri at vita
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.
Lýsingin er eisini at finna á www.vorn.fo.