Breyðkassin
Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av okkara góða toymi?
Breyðkassin søkir eftir einum ágrýtnum og álítandi starvsfólki at arbeiða frá kl. 13.00 hvønn dag, við byrjan í august.
Vit vænta, at tú:
- ert tænastusinnað/ur og dámar at arbeiða við kundum.
- ert álítandi og arbeiðssom/-samur.
- trívist í einum arbeiði, har ferð er á.
Vit bjóða:
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
- Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði.
- Byrjan í august.
Hevur hetta tín áhuga, ella kennir tú onkran, sum hevði hóskað til starvið? Send okkum eina umsókn á bm.breydkassin@hotmail.com ella set teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!