Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus eftir námsfrøðingum at byrja skjótast gjørligt.
Størvini eru frá 28 til 35 tímum um vikuna. Arbeiðstíðin er frá klokkan 7.30 til 17.00
Eitt av størvinum er 30 tímar um vikuna til barn við serligum tørvi (Viðmerk í umsóknini).
Um eingin námsfrøðingur verður settur, kann hjálparfólk og / ella fólk við aðari útbúgving settast í starvið, so allar umsóknir eru vælkomnar.