Glasir
Útgivið
18. august 2026
Útgongur
7. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært

Lýsing

Ynskir tú at læra at gera góðan og leskiligan mat? Glasir søkir kokkalærling at byrja í læru skjótast gjørligt.

Nú hevur tú møguleikan at søkja eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss sum kokkur (gastronom) á Glasi. Á Føroya størsta lærustovni metta vit dagliga ein fjølbroyttan hóp av næmingum, lærlingum og lesandi, umframt øll starvsfólk.

Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi, sum telur níggju fólk og er samansettur av sjey kantinufólkum, einum kokki, umframt einum køksleiðara.

Lærlingauppgávur

Lærlingauppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:

  • gera og borðreiða góðan, fjølbroyttan og burðardyggan mat í gerandisdegnum
  • gera og borðreiða ymiskan mat til tiltøk á Glasi
  • vera partur av menningini av matskráum

Førleikar

Vit vænta, at tú elskar at gera mat og trívist at arbeiða í einum køki. Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur tikið grundskeið sum kokkalærlingur og/ella hevur arbeitt við mati áður.

Vit vænta eisini, at tú:

  • ert lærufús/ur
  • ert ábyrgdarfull/ur
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

Setanarviðurskifti

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir. Skúlagongdin fer fram í Klaksvík og í Danmark. Partur av lærutíðini verður á øðrum stovnum innan matvinnuna. Læruplássið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Nærri kunning og umsókn

Ynskir tú nærri upplýsingar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Østerø, køksleiðara, á telefon 271224 ella t-post aos@glasir.fo.

Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 07. septembur 2026, kl. 12:00.

Um okkum

Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið