Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk sum hava tørv á demensrøkt og umsorgan? Miðstova á Lágargarði sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi
Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda framtíðina hjá okkara nýggju demensdeild? Hevur tú hug at vera við til at byggja eina fakliga sterka deild upp – har vit fara at arbeiða við granskingargrundaðum háttaløgum innan demensrøkt- og umsorgan og skapa tryggar, heimligar og góðar karmar fyri okkara búfólk? So kann tað vera, júst tær, vit leita eftir.
Miðstova er ein av trimum deildum á Lágargarði við 16 búfólkum. Deildin hevur verið ein vanlig røktareind, men er nú í einari tilgongd, at umskipast til eina demensdeild, har dentur verður lagdur á persónsmiðsavnaða røkt- og umsorgan, samskapan við avvarðandi og fakliga menning av starvsfólkum.
Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur samanlagt 46 búpláss. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar kommunu, Virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og búfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Vit taka støði í tørvi og ynskjum hjá tí einstaka búfólkinum. Vit raðfesta sansastimbran, heilsufremjan, fyribyrging, rehabilitering og viðlíkahald av førleikum, so gerandisdagurin gerst tryggur, innihaldsríkur og trivnaðarskapandi.