Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
18. august 2026
Útgongur
31. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

So er tað møguliga tær, vit leita eftir. Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kost- og føðslustarvsfólki til barsilsfarloyvisstarv í Køkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum 19.10.2026 til og við 25.10.2027 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Vit eru áleið 130 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Í Køkini starvast 10 starvsfólk. Vit gera mat til sjúklingar á sjúkrahúsinum, búfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, heimabúgvandi pensionistar, kantinuna og annað virksemi á sjúkrahúsinum.

Um starvið
Starvið er fulltíðarstarv við ábyrgd fyri matframleiðsluni í samstarvi við leiðaran í Køkini.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 við vikuskiftisvaktum 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum matframleiðsla, planlegging og fyrireiking.

Vit ímynda okkum, at tú

  • ert útbúgvin føðsluatstøðari, føðslutøkningur, økonoma ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • ert samstarvssinnað/-ur
  • ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur
  • hevur kt-førleikar á brúkarastøði
  • arbeiðsroyndir frá stovnskøki kunnu vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkini
  • skipaða innleiðslu og upplæring.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú at frætta meira, ert tú vælkomin at venda tær til Armgarð Strøm, økonoma á tlf. 34 33 00.

Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi mánadagin 31. august 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar. Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið