Samskip
Útgivið
27. august 2026
Útgongur
9. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Starvsfólk til terminalarbeiði

Vegna økt virksemi leita vit eftir starvsfólki til okkara terminal. Vit søkja bæði eftir fólki til fulltíðarstarv og fólki til arbeiði í sambandi við lossing av skipum. Arbeiðið fevnir um vanligt terminalarbeiði, millum annað:

  • Lossing og lasting av bingjuskipum
  • Vask og reingerð av bingjum
  • Handfaring av farmi og øðrum terminaluppgávum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði á terminalinum

ert arbeiðssom/samur, álítandi og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Koyrikort til trukk er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Arbeiðstíðin er ikki bert innan vanliga arbeiðstíð. Í sambandi við skipakomur og lossing má roknast við arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð, herundir kvøld, nátt og vikuskifti eftir tørvi.

ÁHUGAÐ kunnu senda umsókn til umsokn@samskip.com ella venda sær til Hans Jákup Wang Jacobsen á tlf. 238851. Starvið verður sett sum skjótast.

Um Samskip

Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og umfatar uml. 1.300 starvsfólkum.

Í Føroyum eru uml. 75 ársverk í Samskip innan fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipsmanning.

Líknandi størv

Business kontrollari til Varðan   Garðabrekka 4, 513 Syðrugøta, Føroyar, Faroe Islands nýtt
28. august 2026
Dygdarmennari til Dagstovnaøkið   Faroe Islands nýtt
27. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið