Nánd-Heimatænastan
Útgivið
27. august 2026
Útgongur
10. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir heilsurøktara til eldrasambýlið Giljagarð. Á Giljagarði eru 10 búpláss. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum. Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting, Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísing av starvsfeløgunum.

Talan er um
Fast starv at byrja 1. november 2026 ella skjótast gjørligt aftaná.
Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni og góð evni at samskifta í skrift og talu
  • skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • tryggjar sjúkrarøktarfakliga skjalfesting
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Sonju Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730282 ella sonja@eystur.fo

Umsókn við prógvi og CV skulu sendast við telduposti til: sonju@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 10. sept. 2026 kl. 12.

Tú kanst lesa meira um Nánd her.

Líknandi størv

Dygdarmennari til Dagstovnaøkið   Faroe Islands nýtt
27. august 2026
Handilslærlingur til Maria Poulsen   Faroe Islands nýtt
27. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið