Lýsing
(Dagstovnar, frítíðarskúlar og ungdómsklubbar)
Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu søkir eftir dygdarmennara til dagstovnaøkið at byrja 1. oktober 2026.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini ment eitt nýtt virksemi við dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.
Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnunum, frítíðarskúlunum og ungdómsklubbum, ið virka eftir dagstovnalógini.
Arbeiðið sum dygdarmennari byggir á eygleiðingar av námsfrøðiligu tænastuni, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti (KIDS) og í tøttum samstarvi við stovn og leiðslu.
Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum ganga fyri seg úti á- og saman við einstøku stovnunum.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145053