Lýsing
Talan er um:
- Eitt farloyvisstarv á 26 tímar í miðal um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagvaktum. Starvið er til setan frá 1. okt 2026 ella eftir nærri avtalu til 1. mars 2027.
Um starvið
Heimasjúkrarøktin fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri, sum búgva heima.
Tú verður partur av einum fjørbroyttum og tvørfakligum toymi, har samstarv og faklig menning eru í miðdeplinum.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú:
- Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hevur góð evni at samskifta bæði í skrift og talu
- Hevur KT-førleikar á brúkarastøði
Tað kann vera ein fyrimunur um tú:
- Hevur royndir frá kliniskari sjúkrarøkt ella heimasjúkrarøkt
- Hevur eftirútbúgving ella skeið innan t.d. gerontologi, palliatión, sárrøkt ella líknandi
Persónligir førleikar
Vit leggja dent á, at tú:
- Hevur góð samstarvsevni
- Trívist í tvørfakligum samstarvi
- Ert arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi og sjálvstøðug/ur
- Hevur góð evni at miðla sjúkrarøkt og skapa tryggleika hjá borgaranum
Vit bjóða tær
- Ein spennandi og mennandi arbeiðsdag
- Møguleika at hava ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum
- Fjølbroyttar avbjóðingar og møguleika at seta tín dám á arbeiðið
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Holm, deildarleiðara í heimatænastuni.
Telefon: 793304
Teldupostur: anjah@rodin.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: rodin@rodin.fo
Viðmerk umsóknina “Heimatænastan”
Umsóknarfreistin er 10. sep 2026.