Lýsing
Skín er ein nýggj føroysk vaskitænasta, sum fer at bjóða reingerð til bæði privat og vinnu. Vit eru í gongd við at byggja fyritøkuna upp og leita tí eftir dugnaligum og álítandi fólki, sum kunnu hugsa sær at verða partur av ferðini frá byrjan.
Í fyrstu atløgu er talan um parttíðararbeiði ella arbeiði eftir tørvi, við møguleika fyri fleiri tímum, so hvørt sum Skín fær fleiri uppgávur.
Um starvið
Arbeiðið fevnir um vanliga reingerð hjá privatkundum og vinnukundum. Vit leggja dent á góðar arbeiðsgongdir, álítandi avtalur og eitt høgt støði, so kundin kann kenna seg tryggan við tænastuna.
Vit bjóða tænastur kring Føroyar og leggja arbeiðið eftir økjum.
Vit leita eftir tær, sum:
- ert álítandi og møtir til tíðina
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- hevur eyga fyri detaljum
- arbeiðir gjølla og skipað
- ert fleksibul og dugir at laga teg eftir ymiskum uppgávum
- hevur hug at vera partur av einari nýggjari fyritøku í menning
- hevur koyrikort
Royndir við reingerð eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað týdningarmesta er, at tú hevur rættan hugburð, ert álítandi og hevur vilja at gera eitt gott arbeiði.
Vit kunnu bjóða
- parttíðararbeiði ella arbeiði eftir tørvi
- møguleika at verða við frá byrjan í einari nýggjari fyritøku
- upplæring
- góðar arbeiðsgongdir og professionella útgerð
- eitt arbeiði, har tú sært úrslitið av tí, tú gert
- møguleika fyri fleiri tímum, so hvørt sum fyritøkan veksur
- kappingarføra løn
- ágóðar sum starvsfólk
Áhugað/ur?
Hevur tú hug at hoyra meira, ella kundi tú hugsað tær at bjóða teg fram, hoyra vit fegin frá tær.
Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og tínar royndir.
Skriva til: skin@skin.fo
Ella ring: 917 917
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Skín
Vaskitænasta til heim og vinnu