IRF
Útgivið
3. september 2026
Útgongur
17. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir tveimum vaktarfólkum til brennistøðina hjá IRF. Ert tú tekniskt væl fyri og ynskir tú eitt starv, har tú hevur ábyrgd, fært tekniskar avbjóðingar, og sum hevur týdning fyri umhvørvi? So hava vit møguliga júst rætta starvið til tín.

Sum vaktarfólk á brennistøðini hjá IRF hevur tú ein lyklaleiklut í at tryggja at brenning og orkuframleiðsla fara fram á ein tryggan og umhvørvisligan hátt. Tú verður partur einari døgnvaktarskipan við seks vaktarfólkum við nógvum fakligum førleikum.

Um brennistøðina
Brennistøðin á Hagaleiti er snúningspunktið hjá IRF. Brennistøðin tekur í ímóti uml. 23.000 tonsum av burturkasti til brenningar árliga. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið, og mestum alt árið.

Arbeiðsuppgávur
Sum vaktarfólk ert tú partur av eini døgnvaktarskipan, og arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • móttøku og telduavgreiðslu av bilum, sum koma á brennistøðina við burturkasti
  • umvæling og røkt av útgerð og maskinum á brennistøðini
  • dagligan rakstur og røkt av ketli og ovni
  • annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta av tær, at tú

  • ert útbúgvin maskinmeistari, maskinistur ella hevur líknandi hægri útbúgving
  • hevur góðan KT-førleka
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og í vaktum. Brennistøðin er í gongd alt samdøgrið mestsum alt árið
  • tekur ábyrgd og dugir at taka skjótar fakliga grundaðar avgerðir
  • ert kropsliga væl fyri

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, sum tú fært møguleika at seta tín dám á Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.

Setanarviðurskiftir
Talan er um tvey fulltíðarstarv í skiftisvaktum á brennistøðini hjá IRF. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Starvið sum vaktarfólk verður lønt sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er í seinasta lagi hósdagin 17. september 2026.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran á brennistøðini, Sverra Danielsen, á tlf. 23 42 51.

Søk starvið HER.

Um IRF
IRF er ein interkommunalur felagsskapur, ið árliga tekur ímóti og viðger umleið 38.000 tons av burturkasti. IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingið, sum kundi verið endurvunnið, strembar IRF eftir at gera einmun í arbeiðinum móti einum grønari ringbúskapi, har alsamt meira verður endurvunnið heldur enn brent ella tyrvt – umhvørvinum og okkum øllum at frama.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF er grundaður á heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Vit hava í ár, sum fyrsti føroyski renovatiónsfelagsskapur nakrantíð, vunnið viðurkenda heiðurin “Verdensmålsprisen 2026” hjá Cirkulær fyri okkara arbeiði við verkætlanina “Tað sum eftir er”. Les meira um umhvørvispolitikk okkara her.

Líknandi størv

3. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið