P/F Poul Michelsen
Útgivið
3. september 2026
Útgongur
17. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum arbeiðssamum goymslufólki til okkara toymi.

Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og álítandi, og at tú trívist við toymisarbeiði.
Arbeiðið er kropsliga krevjandi, og tí er neyðugt, at tú ert fysiskt væl fyri.

Trygd er ein týðandi partur av arbeiðinum, og tú skalt tí altíð vera varin og fylgja galdandi trygdarreglum.

Tínar høvuðsuppgávur verða:

  • Pakking av ordrum
  • at halda goymsluna skipaða og ruddiliga
  • at vera røkin í tínum arbeiðsuppgávum
  • at vera røkin um amboðini, sum verða brúkt til pakking

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Yvirtíð kann koma fyri.
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á teldupost til starv@pm.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, Goymslu- og flutningsleiðari, á tlf. 764684.

Líknandi størv

Goymslufólk   Faroe Islands nýtt
27. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið