Vágs Kommuna
Útgivið
4. september 2026
Útgongur
18. september 2026
Staður
Vágsvegur 30, 900 Vágur, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
linn@vagur.fo

Lýsing

Vilt tú arbeiða við málum, sum hava týdning fyri borgarar og vinnulívið í Vági? So ert tú tann, okur leita eftir til starvið sum tekniskur málsviðgeri.

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á teknisku deild hjá Vágs Kommunu, har deildin umsitur nýbygging, rakstur og øll teknisk øki hjá kommununi. Á deildini starvast trý fólk í fyrisitingini, og harumframt eru starvsfólk knýtt at húsavarða- og vegatoyminum, havnaumsjón og vaktarskipan.

Høvuðsuppgávur
Tú kemur at hava nógv samskifti við borgarar, fyritøkur, vinnulív, kommunustýrislimir og almennar myndugleikar.

Sum tekniskur málsviðgeri koma arbeiðsuppgávurnar millum annað at fevna um:

  • byggimálsviðgerð og aðra málsviðgerð á teknisku deild, umframt skráseting, viðgerð og avgreiðslu av málum
  • fyrireiking av málum til politiska viðgerð
  • samskifti við borgarar, fyritøkur og myndugleikar
  • skráseting og arbeiði í kortskipanum
  • smærri tilgongdir til minni verkætlanir og undirliggjandi umsiting av verkætlanum, eitt nú skjalaførslu
  • vanligt fyrisitingarligt skrivstovuarbeiði og aðrar uppgávur, sum hoyra til teknisku deild

Tú vísir beinleiðis til tekniska leiðaran, Linn Mohr Augustinussen. Starvsstaðurin er hjá Vágs Kommunu við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni, Vágsvegur 30.

Vágs Kommuna og tekniska deild eru í støðugari menning, og tí kunnu arbeiðsuppgávurnar broytast við tíðini.

Førleikakrøv
Okur vænta, at tú hevur viðkomandi miðallanga útbúgving, t.d. sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving.

Harumframt vænta okur, at tú:

  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og dugir væl at samskifta við ymiskar áhugapartar
  • hevur góðan málsligan førleika í føroyskum
  • trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi

Tað er ein fyrimunur, um tú:

  • hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipan, umframt royndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting
  • hevur kunnleika til eina ella fleiri av hesum skipanum: ArcGIS ella aðrar kortskipanir, AutoCAD, Revit og 360-
  • skjalaskipanina

Hjá okum fært tú

  • eitt fulltíðarstarv við fleksiblari arbeiðstíð, har tú eftir avtalu kanst leggja arbeiðsdagin til rættis, t.d. nær tú møtir um morgunin
  • møguleika at arbeiða heimanífrá ein dag um vikuna
  • Skipaði starvsfólka tilboð t.d. møguleika at svimja ókeypis í Páls Høll
  • møguleika at venja upp til tveir tímar í arbeiðstíð
  • ymisk sosial tiltøk fyri starvsfólk gjøgnum árið
  • lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag

Umsókn og upplýsingar
Ljóðar starvið áhugavert, og heldur tú, at tað er nakað fyri teg, taka okur fegin ímóti tínari umsókn.

Send okum umsóknina saman við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum umvegis HR-skipanina her hjá Vágs Kommunu í seinasta lagi 18. september.

Samrøður verða hildnar eftir umsóknarfreistina, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vágs Kommuna skilar sær rættin til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Eru ikki nóg nógvir hóskandi umsøkjarar, kann starvið verða lýst av nýggjum.

Hevur tú spurningar?
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Linn Mohr Augustinussen, tekniskur leiðari, á telefon 23 93 02 ella telduposti á linn@vagur.fo.

Okur gleða okum at frætta frá tær!

Líknandi størv

Málsviðgeri til TAKS á Tvøroyri   Faroe Islands nýtt
4. september 2026
Málsviðgeri til Umhvørvisdeildina   Faroe Islands nýtt
31. august 2026
Verkfrøðingur til MEST   Faroe Islands
15. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið