SPORT 24 Føroyar Outlet
Útgivið
23. september 2026
Útgongur
6. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tú ein ið dámar at fáa tínar starvsfelagaðar og kundar at føla seg væl? So les víðari.

SPORT 24 Outlet í Hoyvík leitar eftir einum starvsfólki, sum kann gerast partur av okkara toymi uml. 30 tímar um vikuna. Møguliga fleiri tímar í samband við jólasølu og líknandi. Starvið er tímalønt.

Hvat kunnu vit bjóða tær?

  • Fyrikomandi starvsfelagar
  • Starvsfólkaavsláttur
  • Eitt arbeiðspláss, har tú samskiftir við starvsfelagar kring landið
  • At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning, har dentur verður lagdur á “tað góða arbeiðsplássið”

Tú ert ein sum:

  • Veitir góða kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
  • Samskiftir væl við kundarnar og helst á føroyskum
  • Dugur at síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
  • Ert ein ábyrgdarfullur viðspælari, sum stuðlar uppundir eina positiva virkismentan
  • Hevur møguleikan at arbeiða til kl. 18 onkrar gerandisdagar, umframt onkrar leygardagar kl. 10 – 16
  • Um tú hevur áhugað fyri sosialum miðlum, so er tað eitt pluss.

Ljóðar hetta spennandi?

So frætta vit fegin frá tær áðrenn 6. oktober 2026 á midnátt.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo

Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.

Vit gleða okkum!
___________________________________________________________

SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið