Sørvágs skúli
Útgivið
23. september 2026
Útgongur
14. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri sernámsfrøði, dámar tær at arbeiða tætt saman við øðrum fakfólkum, og hevur tú hug og dirvi at finna loysnir, sum taka støði í tørvinum hjá einstaka næminginum? So kanst tú vera tann, vit leita eftir til Pallin í Vágunum.

Okkum tørva
Ein lærara í tíðaravmarkaða starv at byrja skjótast til ber og til og við 17.juni 2026, við setanarbroti á uml. 0,7. Møguleiki kann vera at lesa tímar í skúlanum á Giljanesi eisini.

Um starvið
Pallurin er eitt sertilboð fyri skúlanæmingar í Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla. Í løtuni eru tjúgu næmingar knýttir at tilboðnum, har tríggir teirra hava føroyasjúkuna glykogen transportdefekt typu III A.
Sum lærari á Pallinum verður tú partur av einum toymi við trimum starvsfólkum, sum burturav undirvísa næmingunum við føroyasjúku. Toymið samstarvar tætt um at skapa ein tryggan, skipaðan og mennandi skúladag, har undirvísingin verður lagað til førleikar, tørv og dagsform hjá einstaka næminginum.

Dentur verður lagdur á fakliga menning, trivnað, felagsskap og at skapa góðar og samanhangandi karmar um skúladagin.

Staðsetingin er í frítíðarskúlanum Smílikulluni í Miðvági, og sjálv undirvísingartíðin er áleið fýra - fimm tímar um dagin.

Vit søkja eftir einum lærara, sum

  • dugir væl at arbeiða í toymi og sær samstarv sum ein týðandi part av arbeiðinum
  • hevur áhuga fyri og hegni at undirvísa næmingum við serligum tørvi
  • dugir at laga undirvísingina til einstaka næmingin
  • er fyrikomandi, tolin og álítandi
  • dugir at arbeiða skipað og samstundis er førur fyri at tillaga dagin, tá tørvur er á tí
  • sær møguleikar heldur enn avmarkingar
  • er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, sum eru partur av gerandisdegnum í einum sertilboð
  • vil menna tilboðið og samstundis menna seg fakliga og persónliga
  • dugir at skapa góð og álitisfull sambond við næmingar, starvsfelagar og foreldur

Førleikakrøv
Umsøkjarar, við prógvi sum lærari, kunnu søkja starvið. Umsøkjarar við viðkomandi serútbúgving, ella skeiðum, og starvsroyndum kunnu hava fyrimun.
Um eingin skikkaður umsøkjari við læraraútbúgving søkir' starvið, loyva Skúlin á Giljanesi og Sørvágs skúli sær at seta umsøkjara við aðrari viðkomandi útbúgving.

Um Pallin
Pallurin er eitt felags sertilboð hjá Skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla. Endamálið er at geva næmingunum eitt skúlatilboð, sum tekur støði í teirra fortreytum og tørvi og samstundis gevur teimum møguleika fyri fakligari, sosialari og persónligari menning.
Arbeiðið á Pallinum krevur tætt samstarv í toyminum og eina felags fatan av, at góður trivnaður, tryggleiki og sterk sambond eru ein týðandi fortreyt fyri læring og menning.

Lønar- og setanartreytir 
Starvið verður lønt og sett sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag, og starvið verður skipað undir galdandi ásetingunum fyri økið.
Tann setti/-a má tola broytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til Sørvágs skúli, Skúlavegur 13, 380 Sørvágur ella til dania.niclassen@skulin.fo og merkjast “STARV – PALLURIN”.

Umsóknarfreistin er 7. oktobur 2026 kl. 10.00.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen á tel. 233221 ella t-post dania.niclasen@skulin.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið