P/F Smyril Line
Útgivið
23. september 2026
Útgongur
11. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald eru í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.

Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum avloysara til móttøkuna umborð á Norrönu. Starvið hóskar væl sum lestrarstarv, tí tað er fleksibult og gevur tær fjølbroyttar arbeiðsroyndir í einum spennandi og mennandi umhvørvi.

Um starvið

Sum móttøkufólk er tín fremsta uppgáva at tryggja eina góða tænastu til okkara gestir. Starvið sum móttøkufólk fevnir um at bjóða vælkomin, kunna, vegleiða og veita eina framúr tænastu, m.a. við at hugsa loysnir í ymiskum støðum. Á túrum við nógvum børnum verður tú eisini við til at skipa fyri barnaundirhaldi og øðrum stuttligum tiltøkum.

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, har vit arbeiða saman, stuðla hvørjum øðrum og hava gestin í miðdeplinum í øllum, vit gera.

Tín vangamynd

  • Tú ert fyrikomandi, jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við ymisk fólk.
  • Tú dugir vanligt teldubrúk og vanlig telduforrit.
  • Tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum málum. Týskt er ein fyrimunur.
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • Starvsroyndir innan tænastu, móttøku ella barnaundirhaldi eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Starvssetanar- og treytir

Tú siglir 1:1, sum merkir, at tú fært ein løntan frídag fyri hvønn dag, tú arbeiðir umborð. Ert tú til dømis umborð í 4 dagar, fært tú løn fyri 8 dagar.

Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er 11. oktobur 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.

Vilt tú vita meira um starvið?

Dugnaligu leiðararnir í móttøkuni, Benjamin Fridlund og Maud Sigurðsdóttir Simonsen, vita meira um starvið. Tú ert vælkomin at ringja til teirra á tel. 344845 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Glyvursnes og Skipanes.

Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn umframt eitt nýtt farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line-samtakinum.

Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið