Suðuroyar Sparikassi
Útgivið
25. september 2026
Útgongur
9. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv
T-post
ss@ss.fo

Lýsing

Suðuroyar Sparikassi – einasti bankin við høvuðssæti í Suðuroynni – søkir deildarleiðara til deildina í Vági.

  

Lýsing av starvsøki

Hóast vit eru 4. størsti peningastovnur í Føroyum, eru vit ein lítil banki,
har arbeiðið er fjølbroytt og samstarvið tætt. Vit leita eftir tær, sum
brennir fyri at leiða, menna, hugkveikja og flyta starvsfólk rætta vegin.
Tú fært saman við kundastjóranum ábyrgdina av at leiða og menna
kundadeildina í Vági.

 

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:
• hevur royndir við bankavirksemi
• hevur eina viðkomandi millumlanga ella hægri
útbúgving frá hægri lærustovni
• hevur leiðsluroyndir
• ert hugkveikjandi, fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og
miðar eftir úrsliti til frama fyri kundan og bankan.
Sum leiðari verður væntað av tær, at tú kanst
handfara krevjandi støður, ikki óttast avbjóðingar og
trívist við fjølbroyttum uppgávum.

 

Upplýsingar um starvið

Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Søren L. Bruhn, stjóra, á telefon 239872 ella á soren@ss.fo ella Rúna Heðinson, kundastjóra,
á telefon 239873, ella á runi@ss.fo.
Starvsbyrjan er eftir avtalu.

 

Umsókn

Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, 900 Vágur, mótt.: Søren L. Bruhn,
ella til soren@ss.fo.

 

Umsóknarfreistin er 19. oktober 2026.

Líknandi størv

25. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið