Landssjúkrahúsið
Lýsing
Søkt verður eftir einum avloysara til barnsburðarfarloyvisstarv í Læknavaktini á starvsbrøki 0,8 til setan frá 01.11.2026 til 31.08.2027, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.
Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16:00-08:00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.