Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Útgivið
25. september 2026
Útgongur
16. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Uttanríkis- og fiskimálaráðið søknast eftir framskygdum og savnandi stjóra til Vørn.

Um starvið

Stjórin hevur evstu ábyrgd á stovninum, tryggjar dagliga raksturin og skal saman við deildarleiðslunum virka fyri, at Vørn verður rikið sum ein samlað eind.

Vørn røkir fjølbroyttar og týðandi uppgávur sum umsiting av fiskiloyvum, fiskiveiðieftirlit, veðurtænastu, trygd og tilbúgving. Stovnurin er undir Uttanríkis- og fiskimálaráðnum og fevnir um Fiskiveiðieftirlitið, MRCC/Tórshavnradio, Samfelagstrygd og tilbúgving, Veðurtænastuna umframt skipini Brimil og Tjaldrið. Vørn hevur eisini avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastu.

Útgreinaðar høvuðsuppgávur

  • At tryggja dygdargóða umsiting og fiskiveiðieftirlit.
  • At tryggja væl skipaða leiting og bjarging á føroyskari havleið.
  • At tryggja góða samskipan viðvíkjandi tilbúgving og samfelagstrygd.
  • At tryggja eina vælvirkandi veðurtænastu.

Fyri at náa hesum málum skal stjórin:

  • Tryggja, at stovnurin støðugt mennist og virkar samsvarandi settum krøvum.
  • Leiða og leggja til rættis virksemi innan øll arbeiðsøki á stovninum.
  • Tryggja dygga málsviðgerð og góða fyrisiting.
  • Virka fyri góðum trivnaði og einum tryggum, nýskapandi og mennandi arbeiðsumhvørvi.
  • Tryggja góða fíggjarstýring og at játtanir verða hildnar.

Førleikar og royndir

Tú skalt vera kandidatur frá lærdum háskúla ella hava útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving.

Tú hevur holla fakliga vitan, innlit í almenna fyrisiting, politiskt tev og skalt kunna veita landsstýrinum góða, framskygda og álítandi ráðgeving.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur leiðslu- og starvsroyndir, ið hava við virkisøkini hjá Vørn at gera.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur altjóða útsýni og innlit í altjóða viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri virksemið hjá Vørn. Royndir við millumtjóða samstarvi kunnu somuleiðis vera ein fyrimunur.

Vørn umsitur málsøki, ið kunnu hava stóran almennan áhuga. Tí vænta vit eisini, at tú hevur hug og hegni at samskifta haldgott, beinleiðis og greitt.

Setanartreytir

Starvið verður lønt ájavnt 38. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Umsókn

Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til starv@ufmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. oktober 2026 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Herálvi Joensen, aðalstjóra, telefon 55 60 90.

Líknandi størv

25. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið